
Tað var fríggjamorgunin 7. oktober, at eitt par – ein kvinna úr Kina og ein maður úr Hollandi – var farið út á Trælanípuna, men bert maðurin kom aftur. Leitað varð eftir kvinnuni bæði á landi og á sjónum, men uttan úrslit, og leygarkvøldið 8. oktober segði MRCC, at ongar vónir vóru um at finna kvinnuna á lívi.
Familjan hjá kinesisku kvinnuni, Guo Xiaona, vil nú hava greiðu á, hvat er hent.
– Har eru nógvar illgrunasamar partar í hesum málinum, og vit vilja finna vitni í Føroyum, sigur familjan hjá kvinnuni í eini boð til miðilin Local.fo.
– Tað er ógreitt, um har var eitt vitni á staðnum, tá hendingin fór fram, og tað vilja vit finna útav.
Familjan sigur seg hava verið í sambandi við kinesisku sendistovuna í Keypmannahavn og løgregluna í Føroyum fyri at heita á tey um hjálp.
Sambært Local.fo segði løgreglan í svari til familjuna 18. oktober, at tey vóru í ferð við at eftirlýsa kvinnuna, og at málið ikki longur varð kannað sum eitt brotsverk. Men um nýggjar upplýsingar koma, sum geva ábendingar um, at talan er um eitt brotsverk, verður tað tikið uppaftur
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald