Uttanlands

Nýsælendski hægstirætturin: 18 ára valaldur ger mun á fólki

Forsætisráðharrin í Nýsælandi sigur, at stjórnin fer at leggja fram lógaruppskot um at broyta valaldurin til 16 ár

Jacinda Ardern, forsætisráðharri sigur, at hon tekur undir við, at øll yvir 16 ár skulu fáa valrætt (Mynd: EPA)

Jacinda Ardern, forsætisráðharri sigur, at hon tekur undir við, at øll yvir 16 ár skulu fáa valrætt (Mynd: EPA)

2022-11-21 09:05 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

At fólk fyrst fáa valrætt, tá tey fylla 18 ár er at gera mun á fólki, hevur hægstirætturin í Nýsælandi staðfest í dag.

Talan er um endan á eina tvey ára langa málsgongd, sum bólkurin Make It 16 hevur staðið á odda fyri.

Bólkurin hevur m.a. ført fram, at valaldurin eigur at verða settur niður til 16 ár, tí at veðurlagsbroytingar í størri mun ávirka tey og teirra framtíð.

Avgerðin hjá hægstarættinum merkir, at tingið er tvungið at umhugsa at broyta lógina, so ungir veljarar ikki eru fyri mismuni, skrivar DR.

Forsætisráðharrin í Nýsælandi, Jacinda Ardern sigur, sambært The Guardian, at stjórnin fer at leggja fram lógaruppskot um at seta valaldurin niður til 16 ár. Tað er nakað, hon sjálv tekur undir við, sigur hon.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder