Uttanlands

Ríkisákæri: Yvir 8.300 sivilfólk latið lív í Ukraina

Millum tey deyðu eru 437 børn, og veruliga talið er helst hægri, verður sagt

Kirkjugarður í Kharkiv (Mynd: EPA)

Kirkjugarður í Kharkiv (Mynd: EPA)

2022-11-21 09:47 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Nú eru nærum níggju mánaðir, síðan kríggið í Ukraina byrjaði, og yvir 8.300 sivilfólk hava higartil latið lív í Ukraina – harav 437 børn.

Tað upplýsir Andrij Kostin, ríkisákæri í Ukraina sambært ukrainsku tíðindastovuni Unian.

Hetta talið er omanfyri tað, sum ST upplýsti 14. november – 6.557.

Kostin sigur, at veruliga talið helst er hægri enn 8.300. Orsøkin til hetta, sigur hann, er, at ukrainsku myndugleikarnir ikki hava atgongd til øki, sum Russland hevur hersett.

Í teimum økjunum, sum tað eydnast teimum at taka aftur frá Russlandi, finnur ukrainski herurin framvegis lík og prógv fyri, at krígsbrotsverk helst eru framd.

Sambært ukrainskum myndugleikum eru fleiri enn 45.000 krígsbrotsverk framd undir russisku innrásini í Ukraina.

Sambært Ritzau hevur Russland ikki viðmerkt hesi tølini, men í farnu viku varð sagt úr Russlandi, at Ukraina fremur krígsbrotsverk, og at landið herfyri avrættaði tíggju krígsfangar úr Russlandi.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder