Innanlands

Flokkar leggja valskráir fram í morgin

Sambandsflokkurin og Javnaðarflokkurin hava boðað frá tíðindafundi í morgin, har valskráirnar til løgtingsvalið verða lagadar fram. Tjóðveldi leggur sína fram mikudagin

Bárður á Steig Nielsen, løgmaður og formaður fyri Sambandsflokkin (Mynd: Sverri Egholm)

Bárður á Steig Nielsen, løgmaður og formaður fyri Sambandsflokkin (Mynd: Sverri Egholm)

2022-11-21 22:17 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Valevnislistarnir eru so smátt við at vera lidnir, og í morgin verða fyrstu valskráirnar lagdar fram.

Tað er Sambandsflokkurin sum leggur fyri klokkan 10 í Norðurlandahúsinum, og Javnaðarfokkurin leggur sína valskrá fram í Løkshøll.

Mikudagin fyrrapartin leggur Tjóðveldi sína valskrá fram í Smæruni.

Sostatt er valstríðið nú av álvara skotið í gongd.

Løgtingsval verður hósdagin 8. desember.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder