
Tað er í hesum tíðum, at stóru jólatrøini verða tendrað í bygdum og býum kring landið, og nú hevur Klaksvíkar kommuna kunngjørt, nær tiltøkini í Klaksvík og aðrastaðni verða.
Jólatræið í Vágstúni, mitt í Klaksvík, verður tendrað fríggjadagin 25. november klokkan 19.30. Karl H. Johansen, borgarstjóri, heldur røðu, og Klaksvíkar Hornorkester spælir.
Mynd:klaksvik.fo
Í Ánunum og á Norðoyri verður tendrað mánakvøldið 28. november - ávíkavist klokkan 18 og klokkan 19. Í Ánunum er tað Herdis Katrina Klein, heldur røðu, og á Norðyri er tað Annfinnur Heinesen, nýliga setti stjórin í nýggja Mentananarhúsinum.
Tiltøkini byrja ávíkavist klokkan 18 og klokkan 19.
Klaksvíkar kommuna hevur eisini yvirlit, nær jólatrøini í Klasoynni verða tendrað, umframt tað í Svínoy.
Kalsoy
Jólatræið á Syðradali verður tendrað hóskvøldið 1. desember kl. 17.45
Jólatræið á Húsum verður tendrað hóskvøldið 1. desember kl. 18.15
Jólatræið á Trøllanesi verður tendrað hóskvøldið 1. desember kl. 18.50
Jólatræið í Mikladali verður tendrað hóskvøldið 1. desember kl. 19.30
Absalon Hansen heldur røðu, og Klaksvíkar Hornorkestur spælir. Sam siglir í hesum sambandi av Klaksvík kl.17.15 og av Syðradali kl. 21.00. Bussur er við í ferðini.
Svínoy
Jólatræið í Svínoy verður tendrað leygardagin 3. desembur kl. 16.00. Heri Joensen, prestur heldur røðu, og Klaksvíkar Hornorkestur spælir. Ritan fer av Hvannasundi kl. 14.45, og Ritan siglir leigutúr úr Svínoy kl. 17.30
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald