Innanlands

Fýra starvsfólk heiðrað fyri drúgva tænastu við Kráir

Magnina Djurhuus hevur starvast við Kráir í Hvalvík í 20 ár, Anna Maria Sivertsen í 19 ár, Mary Eiðisskarð í 18 ár og Jana Mouritsen í 16 ár.

Frá vinstru; Mary Eiðisskarð, Jana Mouritsen, Anna Maria Sivertsen og Magnina Djurhuus

Frá vinstru; Mary Eiðisskarð, Jana Mouritsen, Anna Maria Sivertsen og Magnina Djurhuus

2022-11-22 11:36 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Í samband við at dagstovurin Kráir í Hvalvík bleiv 20 ár fríggjadagin, vórðu fýra starvsfólk heiðraði fyri trúgva og drúgva tænastu.

Tær, ið vórðu heiðraðar, vóru Magnina Djurhuus, ið hevur starvast við Kráir í 20 ár, Anna Maria Sivertsen í 19 ár, Mary Eiðisskarð í 18 ár og Jana Mouritsen í 16 ár.

Vit takka teimum øllum fyri drúgva tænastu og ynskja teimum hjartaliga til lukku við heiðrinum.

Sunda kommuna


[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder