2022-11-23 09:46

Jólatrøini í Nes kommunu verða tendrað leygardagin 26.novemner 2022 klokkan 15.30.
Jólahaldið verður sum vant við kommunuskrivstovuna. Í ár fer Jóhan Magnus Gunrim at flyta fram røðu, og hornorkestrið luttekur.
Jólabilurin við jólamonnunum vitjar og børnini fáa jólapakkar.
Aftaná verða øll boðin út í kirkjukjallaran til kakao og bollar.
Umleið klokkan 16.30 verður sangløta í Fríðrikskirkjuni við luttøku av lokalum kreftum.
Nes kommuna
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald