
Smyril siglir eftir vanligu ferðaætlan sínari í dag, men Strandferðslan boðar á heimasíðu sínari frá, at fráferðin hjá Smyrli av Havnini seinnapartin verður framskundað ein tíma - frá klokkan 16 til klokkan 15.00.
Eftir ætlan verður tó siglt sambært ferðaætlan, tað ið eftir av degnum í dag, mikudagin 23. november.
Teistin var næstan ein tíma seinkaður
Tað gekk næstan ein tími, til Teistin fekk loyst í Skopun í morgun, tá strandfaraskipið skuldi fara fyrsta tíman.
Hetta skrivar in.fo. Orsøkin var, eins og tað hevur verið fyrr, at portrið í Skopunar havn ikki fekst upp. Teistin loysti ikki fyrrenn 07.45. Nú siglir skipið, men Strandferðslan boðar frá, at seinkingar kunnu væntast.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald