
Regin Lamhauge tók í september við føstum starvi sum serlækni í radiologi á Røntgendeildini á Landssjúkrahúsinum.
Hetta skrivar Landssjúkrahúsið í fráboðan í dag.
Fram til í september í ár var Regin Lamhauge í føstum starvi sum yvirlækni á Sykehuset Telemark Skien í Noregi.
Havnarmaðurin fekk prógv sum serlækni í radiologi í júst Noregi í 2019. Hann er útbúgvin lækni frá Aarhus Universiteti í 2009.
- Regin er kendur á Landssjúkrahúsinum. Hann hevur verið á Landssjúkrahúsinum bæði í sambandi við útbúgvingina og seinni árini hevur hann av og á hevur arbeitt sum vikarur á Røntgendeildini.
45-ára gamli Regin Lamhauge er fjórði radiologurin, sum er settur í fast starv á Landssjúkrahúsinum síðan 2018.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald