Innanlands

Fyrsti almenni valfundurin verður í kvøld

Hann er á skránni klokkan 19 í Lívdini í Hoyvík. Kringvarpið vísir hann - evnini eru prísvøkstur, sosiala økið og ríkisrættarliga støðan

Lívdin (Mynd: Sverri Egholm)

Lívdin (Mynd: Sverri Egholm)

2022-11-23 15:18 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Valstríðið er av álvara í gongd, nú 15 dagar eru til Løgtingsvalið 2022.

Valfundur eru nakað, ið veruliga seta dám á valstríðið, og tann fyrsti stóri almenni valfundurin er á skránni í kvøld.

Valfundurin verður í Lívdini í Hoyvík. Byrjað verður klokkan 19, og hildið verður á í umleið tveir tímar. Kringvarpið vísur valfundin beinleiðis.

Evnini hesa ferð eru prísvøkstur, sosiala økið og ríkisrættarliga støðan, skrivar KVF, ið eisini staðfestir, at valfundurin er almennur, og øll eru vælkomin at lurta og seta spurningar. 



placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder