Mentan

Tveir íslendskir filmar í Filmsfelagnum

“Berdreymi” og “Volaða land” verða sýndir í Havnar Bio komandi mikukvøldini

2022-11-24 08:38 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

“Berdreymi” er fyrri av tveimum nýggjum íslendskum filmum, sum Filmsfelagið vísir teir komandi tveir mikudagarnar. Hin seinni er “Volaða land”.

Í fyrra filminum, “Berdreymi”, sum verður sýndur mikudagin 30. novembur, og hevur altjóða heitið “Beautiful Beings”, møta vit unga Addi, sum er úr Reykjavík, har hann býr saman við yngru systrini og mammuni, ið er framsíggin.

Eftir eina ógvusliga hending, bjóðar hann fjúrtan ára gamla Balla við í harðrenda vinaskaran. Mótsætt Adda, sum er sterkur í nevunum, hevur Balli ein víkjandi verumáta, ið er merktur av happing. Vit fáa innlit í heimalívið hjá Balla, har mamman er rúsað og harðrendi stjúkpápin er fongslaður.

Sum í dreymi fer Addi nú at síggja fyri sær eitt annað lív, sum broytir hugsanina um sjálvan seg og tey vinaløg, hann higartil hevur havt við dreingirnar í bólkinum.

Samanhaldið stendur sína roynd, tá pápi Balla verður latin leysur.

Leikstjórin Gudmundur Arnar Gudmundsson (f.1982) gjørdi í 2017 filmin “Heartstone”, sum Filmsfelagið vísti. Eins og tann filmurin, snýr hesin seg um vinarlag millum ungar dreingir, ið royna at finna ein veg inn í tilveruna sum vaksnir.

Sum alment uppskot til Oscarhandanina í 2023, er filmurin “Berdreymi” at meta sum fremsti íslendski filmur í dag.

Seinni íslendski filmurin í Filmsfelagnum er “Volaða land”, sum hevur danska heitið “Vanskabte land”, og Hlynur Pálmason hevur leikstjórnað. Tann filmurin verður vístur 7. desembur.

Filmsfelagið 30/11 kl 20:00 Berdreymi (Beautiful Beings, Guðmundur Arnar Guðmundsson, Ísland 2022 123 min) 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder