Innanlands

Tá týski kavbáturin U55 vitjaði Borðoyarvík

Sjáldsom kavbátavitjan undir fyrra heimsbardaga verður lýst í nýggjari danskari bók

U 55 á Borðoyarvík

U 55 á Borðoyarvík

2022-11-24 09:11 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Hin 17. oktober 1917 møtti norðoyingum ein óvanlig sjón, tá týski kavbáturin “U55” sigldi inn á Borðoyarvík.

Kavbáturin var sendur á sjóherferð í Atlantshavi, og fyri at økja um virkisøkið, høvdu teir fylt dieselolju í tveir av flottangunum umborð á bátinum. Hetta vísti seg at vera eitt vánaligt hugskot. Tungt lastaði kavbáturin rendi seg í áhaldandi storm og fekk stórar skaðar. So stórar, at kavbáturin var um at søkka, tá hann leitaði sær havn í Føroyum.

Alla náttina kundu klaksvíkingar hoyra, at arbeitt bleiv umborð á týska kavbátinum. Sambært viðtøkunum í Haag-konvensjónini frá 1907, hevði U55 bert 24 tímar til at gera neyðuga umvælingararbeiðið. Síðan skuldi hann sleppa sær úr føroyskum øki aftur, annars varð hald lagt á bátin og manningin tikin til fanga.

Týskararnir arbeiddu uttan íhald, og tað eydnaðist teimum at umvæla bátin so mikið, at hann kláraði túrin heimaftur. Báturin hevði ikki nóg mikið av brennievni, men fekk samband við ein annan týskan kavbát, og nærhendis Skagen fekk U55 so mikið av dieselolju umborð, at hann kláraði tað seinasta strekkið.

Søgan um týska kavbátin og vitjanina í Føroyum verður fortald í eini nýggjari danskari bók, sum journalisturin Knud Jacobsen hevur skrivað, og Sea War Museum Jutland í Thyborøn gevur út.

Bókin eitur ”U 55 – berømt og berygtet” og sigur frá um kavbátin og um kommandantin umborð, Wilhelm Werner.

Hann kláraði at søkkja 61 skip við U55, men var eisini offur fyri bretskari propagandu. Hóast tað ikki vórðu prógv fyri tí, varð Werner lagdur undir í fleiri førum at hava givið bretskum sjófólki boð um at koma upp á dekkið á kavbátinum fyri síðan at kava, so sjófólkini druknaðu.

Skuldsetingarnar førdu eftir kríggið til eina ákæru um krígsbrotsverk, sum hann í fyrsta umfari slapp sær undan við at flýggja til Brasil. Í 1926 varð Wilhelm Werner fríkendur av hægstarætti í Týsklandi.

Undir kanningararbeiðinum til bókina, fekk høvundurin, Knud Jakobsen, samband við ein 88 ára gamlan mann í Týsklandi, hvørs kona var nær slektað við ein av manningini umborð á U55. Viðkomandi var íðin myndatakari, og hevði tikið fleiri myndir, sum henda konan síðan hevði arvað.

Knud Jakobsen fekk loyvi til at brúka myndirnar, og tí ber í bókini til at síggja myndir av vitjanini á Borðoyarvík í 1917 og frá ógvusliga túrinum um Atlantshav. Eisini eru myndir av fleiri donskum skipum, sum kavbáturin søkti – myndir, ið ikki fyrr eru vístar alment.

Bókin ”U55 – berømt og berygtet” verður í næstum at fáa til keyps í føroyskum bókhandlum.

Knud Jakobsen hevur skrivað fleiri bøkur frá krígnum, sum Sea War Museum í Thyborøn hevur givið út. Eitt nú søguna um ein annan týskan kavbát frá fyrra verðaldarbardaga, ”U20 ubåden som ændrede historiens gang”.

Í eini aðrari bók við heitinum ”Sangeren fra fyret og krigshelten fra Agger” lýsir Knud eina aðra týska kavbátavitjan í Føroyum. Tað var báturin UB90, sum hevði fingið ein veir um skrúvuna.

Báturin leitaði sær havn í Lopra. Har var ongin hjálp at fáa, men manningin fekk sjálv loyst veirin av skrúvuni, og legði til havs aftur. Men á heimleiðini varð UB90 søktur av einum bretskum kavbáti norðan fyri Skagen. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder