placeholder
Innanlands

Føroyar fáa nýggjan miðil

Í næstum sær nýggjur kritiskur miðil dagsins ljós. Barbara Holm er blaðstjóri á Frihedsbrevet í Føroyum

Barara Holm og Mads Brügger (Mynd: Frihedsbrevet.fo)

Barara Holm og Mads Brügger (Mynd: Frihedsbrevet.fo)

2022-11-24 16:23 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Danski miðilin Frihedsbrevet fær nú eina føroyska útgávu, og tað verður við hvassa journalistinum Barbaru Holm á odda sum blaðstjóra.

Fyrsta søgan er longi skrivað, og hon kemur út á frihedsbrevet.fo í næstu viku, skrivar Barbara Holm á Facebook seinnapartin.

Barbara Holm fór í summar úr starvi sum journalistur í Kringvarpi Føroya. Áður hevur hon verið blaðstjóri á Sosialinum.

Miðilin, sum ikki ynskir miðlastuðul vil vera fræls og óheftur. Mads Brügger er ábyrgdarblaðstjóri og Kristoffer Eriksen er blaðstjóri á danska miðlinum. Hetta eru kendir menn innan danskan journalistikk, og hava millum annað verið á Radio24syv.

Føroyskir pengar
Høvuðsíleggjarar í móðurfelagnum hjá Frihedsbrebet eru Bjørn Høi Jensen og Denis Viet-Jacobsen, men eisini Niels Heini Mortensen, sum eigur og rekur SMS-samtakið, eigur partapening í Frihedsbrevet umvegis NM Holding.

Sambært Ekstrablaðnum hevur Niels Mortensen sett hálva aðru millión í Frihedsbrevet.

Frihedsbrevet kom út á fyrsta sinni í apríl 2021.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder