Fólkaflokkurin vil hava tryggar karmar

Valskráin hjá Fólkaflokkinum, sum hevur yvirskriftina „Áræði. Ágrýtni. Ábyrgd.“ hevur sum høvuðsmál at tryggja tryggar karmar til vinnuna og familjuna

Beinir Johannesen, sum nýliga er blivin formaður í Fólkaflokkinum, legði valskránna hjá Fólkaflokkinum fram á tíðindafundi í Smæruni í Havn seinrapartin hósdagin (Mynd: Sverri Egholm)

Beinir Johannesen, sum nýliga er blivin formaður í Fólkaflokkinum, legði valskránna hjá Fólkaflokkinum fram á tíðindafundi í Smæruni í Havn seinrapartin hósdagin (Mynd: Sverri Egholm)

2022-11-24 17:44 Author image
Jógvan Jákupsson
placeholder

Flestallir politiskir flokkar í Føroyum hava nú lagt sínar valskráir fram og kunngjørt valevni. Seinrapartin hósdagin legði Fólkaflokkurin sína valskrá fram í Smæruni í Havn. Beinir Johannesen, sum nýliga varð valdur til formann í Fólkaflokkinum, legði fram.

Umstøður hjá vinnuni
Fólkaflokkurin sigur m.a., at frælst vinnulív, serliga fiski- og alivinnan, skal hava støðugar karmar at virka undir. Víst varð m.a. til tær broytingar, ið eru gjørdar fyri fiskivinnuna undir seinasta valskeiði.

Tó eru tað ikki bara tær stóru vinnufyritøkurnar, ið skulu hava góðar karmar at virka undir. Allar stórar fyritøkur hava einaferð verið lítlar, og tí skulu smærri fyritøkur hava betri kor, enn tær hava nú, soleiðis at vit kunnu hava enn eitt bein at standa á.

Filmsvinnan verður tikin fram sum eitt dømi um eina vinnugrein, ið hevur møguleika at menna seg størri og kann geva nýggjar møguleikar. Hon marknaðarførir Føroyar, og tað kann eggja til vøkstur í ferðavinnuni.

Pensjónistar og tilflytarar
Mótrokningin av pensjónini til hækkast, soleiðis at pensjónistar hava størri orsøk at forvinna sær pengar á marknaðinum, soleiðis at samfelagið eisini fær gagnnýtt førleikarnar hjá teimum.

Somuleiðis skulu førleikarnir hjá tilflytarum gagnnýtast. Integratiónslóg skal gerast, og undirvísingin í føroyskum skal styrkjast, so tilflytarar fáa betri atgongd til føroyska arbeiðsmarknaðin.

Grundarsteinurin í samfelagnum
Familjan skal, eins og vinnan, hava tryggar karmar í Føroyum, heldur Fólkaflokkurin. M.a. skal skattalætti latast, soleiðis at upphæddirnar í skattastiganum verða hækkaðar, barnafrádráttur skal latast, eins og hámarkið í barsilsgjaldinum skal hækkast.

Fólk, serliga ung fólk, skulu hava betri møguleika at seta búgv. M.a. vil Fólkaflokkurin eggja fólki til at spara pengar saman at gera íløgu í egnan bústað. Tað skal gerast við at lata rentustuðul á uppsparing til bústaðarendamál.

Fólkafloksvalskrá uttan sjálvstýrispolitikk
Tann valskráin, sum varð løgd fram i Smæruni seinrapartin hósdagin, er týðuliga valskrá hjá Fólkaflokkinum. Tó er vert at bíta merki í, at einki varð sagt um sjálvstýri, yvirtøkur, danska ríkisveiting ella fullveldi. Sjálvt hjánavnið hjá Fólkaflokkinum, radikalt sjálvstýri, varð ikki nevnt.

Um tað boðar frá eini broyting aftan á hendingarnar í Fólkaflokkinum seinastu tíðina, ella tað kanska ikki varð tikið fram til framløguna, má so tíðin vísa.

24 valevni
Fólkaflokkurin stillar upp við 24 valevnum, 14 monnum og 10 kvinnum. Tað eru fólk við ymsum førleikum, sum umboða allar partar av landinum, sigur Beinir Johannesen.

Upp á spurning, um tann betraða kynsjavnvágin í mun til júst farna fólkatingsvalið svarar hann, at tann uppstillingin var ov smøl. Uppstillingin til løgtingsvalið er farin fram í lokalfeløgunum, og tí er hon, sum hon er.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder