Familjusangleikurin Julius í Likkudali varð í kvøld frumsýndur í Norðurlandahúsinum fyri fullum sali.
Leiklutirnar spæla Bjarki Vigarsson Trondesen, Ann Chanett Danielen, Petur Meinhard Ellebye Andersen, Rógvi Brekku Dam og so Julius í Likkudali.
Nýskrivaði familjusangleikurin snýr seg um eina føroyska familju, sum býr í hugnaligu jólagøtuni í Likkudali. Sonurin er spentur, tí jólini nærkast, tó stúrir hann fyri, at pápin fær skipsboð, áðrenn jólaaftan.
Gleðin er stór, tá pápin kemur heim, men hví fer pápin ikki til løgregluna við taskuni, sum hann fann á jólagøtuni á veg heim? Pápin fortelur ikki húskinum, at taskan er ein heilt serlig taska.
Vit vóru við til frumsýningina í kvøld. Sí myndir:
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald