Innanlands

Forfólkini kjakast um hægri lesnað í Kongshøll

Setrið skipar fyri almennum valfundi seinnapartin. Byrjað verður klokkan 15 og til ber at stroyma á leinkjuni omanfyri

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2022-11-30 09:44 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Útbúgvingarpolitikkur, gransking, kampus og lestrarlív standa á skránni, tá Fróðskaparsetrið bjóðar til almennan valfund í Kongshøll á Vestaru bryggju í Havn mikudagin 30. november klokkan 15.

Soleiðis stóð í skrivinum, sum Setrið kom við í síðstu viku.

Sí eisini: 
Politiskt formansumfar í Kongshøll mikudagin

Valstríðið fer nú skjótt inn í síðstu viku, og í dag er eitt sonevnt formansumfar á skránni.

Forfólkini í flokkunum, sum stilla upp, fara at geva síni boð uppá, hvussu Føroyar koma best fram á leið, tá tað ræður um hægri útbúgvingar, gransking, kampus og umstøður at lesa í Føroyum-

Tað verður Brynhild Thomsen, ið fyrr hevur stavast í Kringvarpinum, og sum nú er kunningarfólk hjá Fróðskaparsetrinum, ið stýrir kjakinum.

Tað er Ø - media, ið stendur fyri stroymingini.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder