Innanlands

Tikin fyri rúsdrekkakoyring í Klaksvík í gjár

Tríggir persónar koyrdu eisini væl yvir hámarskferðina í Eysturoynni og Streymoynni

2022-11-30 11:42 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Seint seinnapartin í gjár varð ein persónur tikin fyri rúsdrekkakoyring í Klaksvík. Hetta upplýsir vaktleiðarin á løgreglustøðini í Tórshavn.

Bíðað verður nú eftir blóðroyndini. Í hesum førinum er tað sum útgangspunkt treytað frádøming, umframt bót, um promillan liggur millum 0,2 og 0,5.

Løgreglan gjørdi eisini ferðslukanningar í Eysturoynni og Streymoynni í gjár, og bæði í Søldarfirði og í Kollafirði varð ein bilførari tikin, ið koyrdi 74 km/t, har tað er loyvt at koyra 50 km/t.

Hetta gevur klipp og bót. Tað ger tað eisini at koyra 106 km/t í Kaldbaksbotni, og tað varð ein persónur eisini tikin fyri í gjár.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder