
Fleiri staðni runt um í Tórshavn hanga nógvar valplakatir alt ov lágt og koma á fleiri støðum langt inn yvir gongubreytina. Hettar kann serliga verða til vanda fyri sjónveik.
Sum vegleiðing um, hvussu høgt ferðsluskeltir skulu hanga yvir gongubreyt, so er tað mátið 2,2 m høgt til undirkant av skeltinum, og yvir súkklubreyt 2,3 m høgt til undirkant á skeltinum. Hesi mátini eru eisini hóskandi til uppsetan av valplakatum.
Les eisini: Løgreglan fær nógvar klagur um valplakatir
Ikki er loyvt at festa valplakatir á steyrar við ferðsluskeltum/við gonguteigar.
Heitt verður á politisku flokkarnar at kanna eftir, at valplakatir hanga soleiðis, at tær ikki eru til vanda ella bága fyri ferðlsuna.
Føroya Politi
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald