Mentan

Sigsøgulig jól á Tvøroyri

Kommunan ger nógv burturúr jólunum í ár

2022-12-01 10:23 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Tvøroyrar kommuna ger nógv burturúr jólunum, millum annað við tí víðfevnda jólatiltakinum, ið hevur fingið heitið “Siðsøgulig jól á Tvøroyri”.

Kommunan hevur í samtarvi við Johan Holm Simonsen og Theresu T. Kreutzmann skipað fyri stórfingnari framsýning í húsunum hjá kommununi á kaini, her temaið er “Jólaljósið”. Sólfríð Bech, kunningarleiðari hjá Tvøroyrar kommunu, hevur samskipað verkætlanina.

Tvøroyrar kommuna hevur sett sær fyri, at so nógv fólk sum til ber fáa møguleika at síggja framsýningina, og tí verður heitt á bólkar, skúlaflokkar og eldrafeløg um at seta seg í samband við kommununa og fáa avtalu í lag um at vitja framsýningina.

Eftir at jólatræið varð tendrað mánakvøldið 28. novembur, var stórur áhugi millum fólk at síggja framsýningina, og góðveðrið hevði við sær, at fult av fólki var allastaðni.

Samanumtikið eitt hugnaligt og hugfarsligt kvøld. Onkur helt fyri, at hetta var so stilt og hátíðarligt, at tey fingu beinleiðis ró í sál og sinn.

Framsýningin er opin millum 16 og 20 allar leygardagar og sunnudagar fram til jóla umframt tórsdagin 22. og fríggjadagin 23. desembur. 

[object Object]

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder