Innanlands

Politiskt Pecha Kucha-kvøld í Norðurlandahúsinum

Hvør flokkur skal mánakvøldið 5. desember borðreiða við sínum politiska boðskapi í júst 6 minuttir og 40 sekund - og við tjúgu myndum. Umframt tær sjey framløgurnar frá valevnum, verða aðrar framløgur ið snúgva seg um val

Pecha Kucha tiltak á OY í november

Pecha Kucha tiltak á OY í november

2022-12-01 15:58 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Orrustur innanfloks, floksskifti, nýggj valevni, flokstrúskapur anno 2022, veðurlagskreppa, inflatión og so framvegis.

Tað eru nógv viðurskifti, sum ávirka politikkin hjá ymsu flokkunum; nógv, sum hevur stungið seg upp nú nógv ár eftir, at flokkarnir eina ferð orðaðu sína stevnuskrá. Hvussu ávirkar hetta flokkarnar í dag? Hevur stevnuskráin nakað at siga, og hvussu duga ymsu flokkarnir at skilja seg burturúr, nú rákið í stóran mun flytir seg móti miðjuni?

Alt hetta er áhugavert – bæði fyri tey, ið skulu á val fyri fyrstu ferð, men eisini hjá øllum hinum veljarunum, sum eru áskoðarar til broytingarnar og aftur skulu til atkvøðukassarnar. Er flokkurin, vit valdu til seinasta val, framveigs hin sami? Eru vit framvegis tey somu? Vit hava eina atkvøðu, og hon hevur bert virði 8. desember, og spurningurin er so, hvussu brúka vit so hana best?

Í stuttum kunnu vit siga um Pecha Kucha, at hetta er ein framløguháttur, har hvør framløga er 20 myndir, sum hvør sæst á skíggjanum í 20 sekund. Hetta merkir, at tú fært ein niðurkókaðan, stuttan og greiðan boðskap. Og tað er kanska ikki altíð so lætt, men politisku flokkarnir hava tikið av avbjóðingini og skulu borðreiða við teirra politiska boðskapi upp á 6 minuttir og 40 sekund - hvørki meira ella minni.

Flokkarnir verä umboðaðir soleiðis mánadagin:

A - Fólkaflokkurin: Beinir Johannesen

B - Sambandsflokkurin: Helgi Abrahamsen og Michael Koba

C - Javnaðarflokkurin: Margit Stórá

D - Sjálvstýri: Heri Danielsen

E - Tjóðveldi: Høgni í Stórustovu

F - Framsókn: Christoffur G. Nielsen

H - Miðflokkurin: Bill Justinussen og Terje Vestergaard

Umframt politisku framløgurnar fara vit at hoyra onnur kveikjandi fólk, ið hvør í sínum lagi fara at tosa um evni, ið hava við val at gera.

Demokratia fer at hava eina framløgu við heitinum "Javnstøða kemur ikki av sær sjálvari", Hallbera Fríða West fer at tosa um politiskar flokkar sum eina fólkaræðisliga neyðsynjarvøru, og so fara vit at hoyra Holm Johannesen brøðurnar, Kára og Páll, við framløgu, ið hevur fingið heitið ‘Frá Championship Manager til livandi val-tøl’.

Tiltakið er fyri øll, ið hava áhuga og eina atkvøðu at lata 8. desember 2023. Tiltakið verður í Norðurlandahúsinum mánakvøldið 5. desember klokkan 20.20 - áhoyrar verða bidnir um at møta í seinasta lagi kl. 20.00 - dyrnar lata aftur 20.15.

PechaKucha Tórshavn

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder