Mentan

Nýggi miðilin Frihedsbrevet.fo í luftini

Tvær høvuðssøgur eru tøkar í dag, sum snúgva seg um stórt vinningsbýti umframt útblaking hjá Nærabergi

Jan Lamhauge, Barbara Holm og Rólant Waag Dam manna redaktiónina hjá Frihedsbrevet.fo

Jan Lamhauge, Barbara Holm og Rólant Waag Dam manna redaktiónina hjá Frihedsbrevet.fo

2022-12-01 17:55 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Í dag 1. desember klokkan 15 lat nýggi miðilin Frihedsbrevet.fo upp. Á síðuni ber tí nú til at tekna hald og lesa fyrstu greinarnar og hoyra fyrsta podvarpið. 

Í dag snýr tað seg um fiskivinnuna. Tvær høvuðssøgur eru at finna á nýggja miðlinum. 

Onnur snýr seg um, at meðan Næraberg P/f í Føroyum ongantíð hevur sæð út til at tjena stórvegis pengar, og higartil ongantíð hevur rindað vinningsbýtið, rindaði Næraberg Holding umleið 140 milliónir krónur í vinningsbýtið í 2016 og umleið 135 milliónir í fjør til Hollands. Hetta hevur Frihedsbrevet.fo funnið útav við at fylgja pengunum og eigaraskapinum av feløgunum, sum hollendsku P&P eiga í. 

Hin søgan snýr seg um skipaða útblaking umborð á Føroya størsta fiskiskipi í nógv ár, Nærabergi. Frihedsbrevet.fo hevur í longri tíð gravað í virkseminum umborð á Nærabergi, og hevur funnið prógv fyri, at skipað útblaking var umborð á skipinum, sum bleiv selt í fjør.

Vitja frihedsbrevet.fo her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder