Sìðst í 2018 gjørdi Kappingarráðið greitt, at Fuglafjarðar kommuna hevði framt brot á § 11 í kappingarlógini, tí kommunan hevði forða P/F Faroe Agency at veita loðsflutning í Fuglafirði.
Fuglafjarðar kommuna valdi at kæra avgerðina til Vinnukærunevndina, men har varð avgerðin staðfest, og tað varð hon eisini 6. mai í fjør í Føroya Rætti.
Fuglafjarðar kommuna valdi síðani at leggja málið fyri Eystara Landsrætt, sum í gjár, 1. desember 2022, staðfesti avgerðina hjá Kappingarráðnum. Hetta skrivar Kappingareftirlitið á heimasíðu sínari
- I dóminum staðfesti rætturin m.a. at Kappingarráðið hevði skilmarkað landafrøðiliga marknaðin rætt. Hetta var nakað sum Fuglafjarðar kommuna hevði mótmælt.
Kommunan varð eisini dømd fyri at hava misnýtt sína ráðandi støðu. Tilfarið hjá Kappingarnevndini vísti m.a. hvussu ofta staðbunda felagið hevði flutt loðs fyri skip, sum Faroe Agency umboðaði. Somuleiðis var niðurstøðan grundað á samtyktina hjá Vinnunevndini í Fuglafjarðar kommunu tann 14. apríl 2014, og samskifti millum Faroe Agency og Fuglafjarðar Havn tann 4. apríl 2018. Síðstnevnda staðfesti, at hóast kommunan hevði strikað samtyktina, so helt kappingaravmarkingin áfram eftir hetta.
Landsrætturin álegði Fuglafjarðar kommunu at rinda Kappingarráðnum sakamálskostnað, sum er áljóðandi 40.000 krónur
Kappingareftirlitið meldaði eisini málið til løgregluna, har málið hevur bíða eftir úrskurðinum hjá Landsrættinum. Kappingareftirlitið boðar frá, at tað fer nú at heita á fútan um at taka málið um revsning uppaftur.
Á heimasíðu sínari staðfestur Fuglafjarðar kommuna, at tað ikki eydnaðist at fáa viðhald í, at Kappingarráðið skuldi viðurkenna, at Fuglafjarðar kommuna ikki hevði skúgvað til viks § 11. Stk. 1 í Kappingarlógini (um forboð móti at misnýta eina ráðandi marknaðarstøðu).
- Fuglafjarðar kommuna fer nú at viðgera dómin, og hvussu loðsflutningurin frameftir skal skipast.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald