Farpay og Posta Logistics hava áður vunnið virðislønina, og nú er enn ein føroysk fyritøka, sum ger seg galdandi.
Í gjárkvøldið varð føroyska felagið í Danmark, Amplexa Genetics A/S, heiðra sum Gazelle vinnarar fyri Region Syddanmark.
Ein Gazella er eitt felag, sum hevur víst ein støðugan vøkstur á meira enn 100%, seinastu 3 árini. Amplexa Genetics gjørdist vinnari við einum vøkstri á 2.635%. Tað er danska vinnutíðarritið Børsen, sum útnevnir vinnararnar út frá ársroknskapunum.
Johan Dahl, nevndarformaður í Amplexa Genetics, og Hans Atli Dahl, stjóri, tóku móti virðislønini, ið gjørdist ein bronsu Gazelle frá Børsen.
Amplexa Genetics varð stovnað í 2006 av Hans Atla Dahl, Johan Dahl og Klaus Brusgaard, við fígging frá Føroyagrunninum. Føroyagrunnurin er enn millum størstu eigarar í felagnum.
Talan er um eina hátøkniliga ílegustarvsstova, við 15 starvsfólkum í Odense. Felagið hevur spesialisera seg í ílegukanningum innan ymisk øki, eitt nú epilepsi og gitnaðararvafrøði. Meðan koronafarsóttin herjaði, settið felagið eisini kanningarloysnir upp í Føroyum, Grønlandi, Íslandi, Stockholm, Rotterdam og IJmuiden í Niðurlondum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald