
- Nú kunnu vitjandi í svimjuhøllini gleða seg til, at 5-metur vippan aftur verður tikin í nýtslu.
Hetta skrivar Tórshavnar kommuna á heimasíðu sínari í dag, har tað verður kunngjørt, at vippan, sum hevur verið avlæst í nærum eitt ár, letur upp aftur komandi vár.
Tað er Eysturlon, ið skal gera arbeiðið, sum snýr seg um at skifta alla timburkonstruktiónina og gera nýggjar trappur.
Sáttmálin varð undirskrivaður í gjár, hósdagin 1. desember.


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald