
- Eg havi veruliga verið áhugaður í at síggja, hvussu nógv vit kunnu nærkast hvørjum øðrum. Men tá alt kemur til alt, so haldi eg ikki, at tað samanumtikið er í samsvari við teimum lyftum, ið vit góvu í valdystunum, og tað eg havi sagt um slíka stjórn. Politikkur snýr seg í stóran um trúvirði
Hetta skrivar Søren Pape Poulsen á Facebook seinnpartin í samband við, at konservativi flokkurin hevur tikið seg úr samráðingunum um at skipa nýggja stjórn.
Hetta er einmælt samtykt í flokkinum, boðar formaður floksins frá, ið tó eisini skrivar, at talan hevur verið um reiðiligar og opnar samrøður við Mette Frederiksen seinasta mánaðin.
Partarnir eru eisini samdir um, hvørjar stórar avbjóðingar Danmark hevur frameftir, og flokkurin, ið fekk tíggju fólkatingssessir á valinum 1. november, ynskir framvegis eitt slag av samstarvi.
- Flokkurin vil arbeiða saman við øllum, ið vilja sama veg sum De Konservative. Og tað er tíbetur so, at tað er møguligt at arbeiða saman, uttan at man fer í stjórn við Sosialdemokratiet.
TV 2 skrivar, at Søren Pape Poulsen, ið áðrenn valið bjóðaði seg fram sum eitt evni til forsætisráðharrasessin, ikki vil gera samrøðu í løtuni.
Tað eru framvegis fýra av teimum seks flokkunum, ið fingu flest atkvøður og tíggju ella fleiri tingsessir, ið samráðast við Mette Frederiksen. Teir eru Venstre, Moderaterne, SF (Sosialistiskt Folkeparti) og Liberal Alliance. Radikale Venstre og Dansk Folkeparti, ið samanlagt hava 12 tinglimir, eru eisini við. Væntað verður í Danmark, at stjórn í øllum førum verður skipað hesumegin jól.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald