Mentan

Teir sjey lestrarnir - gudstænasta við altjóða dámi í Christianskirkjuni

Mánadagin 5. desember verður Liturgisk gudstænasta við altjóða dámi við Marjun Lómaklett

(Savnsmynd: Pól Sundskurð)

(Savnsmynd: Pól Sundskurð)

2022-12-04 11:31 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Mánadagin 5. desember kl. 19.30 verður Liturgisk gudstænasta við altjóða dámi í Christianskirkjuni við Marjun Lómaklett, har leikfólk fara at lesa teir sjey lestrarnir frá boðanini um føðing Krists til vísmenninar úr Eysturlondum.

Ímeðan lisið verður, verður sjeyarmaði ljósastakin tendraður. Løtan verður hildin við sálmasangi, stillum urgutónleiki og møguleiki er fyri at tendra ljós.

Aftaná gudstænastuna verður ein góður drekkamunnur og adventshugni í kirkjukjallaranum.

Fólkakirkjan

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder