Innanlands

Løgreglan: Náttin hevur sum heild verið friðarlig

Ein persónur er tó skuldsettur fyri at hava stolið ein bil, og løgreglan kannar onkur møgulig harðskapsmál

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2022-12-04 10:57 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í nátt hevur rættiliga fitt av fólki verið at sæð í býnum, men kortini hevur náttin sum heild verið friðarlig, upplýsir løgreglan.

Onkrar støður hava tó verið, har fólk eru komin til ilnar, og kann tað enda við, at tað verður til eitt harðskapsmál.

Sum skilst er talan ikki um nakað álvarsamt, men løgreglan fer at avhoyra fólk í málinum, tá hesi eru vorðin edrú, verður upplýst.

Ein persónur er eisini skuldsettur fyri at hava stolið ein bil í høvuðsstaðnum.

Tað var seint í gjárkvøldið, at boðað varð frá, at ein bilur var stolin, men tó varð hann skjótt funnin aftur.

Biltjóvurin var fangaður, ímeðan hann koyrdi bilin, upplýsir vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder