placeholder
Innanlands

Høgt álit á myndugleikar undir koronafarsóttini

Ein grein, sum Heini í Skorini og Herit Albinus hava givið út, vísir, at føroyingar sum heild vóru væl nøgdir við handfaringina av koronafarsóttini á sumri í 2021, og at álitið á almennar myndugleikar var høgt undir farsóttini

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2022-12-04 13:25 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Heini í Skorini og Herit Albinus hava givið út nýggja vísindaliga grein um álit á almennar myndugleikar undir koronafarsóttini.

Greinin er givin út í danska tíðarritinum Politica, sum verður givið út av Institut for Statskundskab á Århus Universitet og Syddansk Universitet. Talan er um eitt serrit, sum burturav snýr seg um korona-farsóttina. Aðrar greinar snúgva seg um fólksliga atferð undir farsóttini og um eftirspurningin eftir kritiskum journalistikk undir farsóttini. Alt tíðarritið kann lesast her.

Greinin vísir, at føroyingar sum heild vóru væl nøgdir við handfaringina av koronafarsóttini á sumri í 2021, og at álitið á almennar myndugleikar var høgt undir farsóttini.

Greinin er eisini samanberandi, tí somu spurningar vórðu settir í níggju ymiskum londum á sumri í 2021 (Svøríki, Stórabretlandi, Týsklandi, Italia, Føroyum, Danmark, Ungarn, Fraklandi og USA).

Sera fáir føroyingar hildu, at tiltøkini vóru ov umfatandi ella at demokratisk rættindi vóru í vanda. Fáir føroyingar hildu eisini, at myndugleikarnir fjaldu viðkomandi upplýsingar um farsóttina. Tey allar flestu søgdu seg ynskja koppseting ímóti korona, og tey flestu hildu eisini, at landsins myndugleikar hava ført neyðuga politikkin.

Greinin kannar eisini, hvørjir samfelagsbólkar høvdu høgt ella lágt álit á myndugleikar undir farsóttini, og hvørjir faktorar - t.d. aldur, útbúgving ella politisk sannføring – høvdu ávirkan á, hvussu fólk svaraðu. Greinin vísir, at bæði aldur, útbúgving, átrúni og politisk sannføring høvdu ávirkan á, hvussu fólk svaraðu.

Heini í Skorini er lektari á Søgu- og samfelagsdeildini, og Herit Albinus er námslektari og búskaparfrøðingur á somu deild.

Greinin er gjørd í samstarvi við stóra danska granskingarverkætlan undir heitinum HOPE (How Democracies Cope With Covid), og verkætlanin er fíggjað av Granskingarráðnum.

Øll greinin kann lesast her.

Fróðskaparsetur Føroya


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder