Innanlands

Fólkaflokkurin vinnur innaftur í Suðurstreymi

Nýggja veljarakanningin sum er kunngjørd á Portalinum, bendir eisini á, at eisini kvinnurnar hava fingið álitið á Fólkaflokkin aftur

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2022-12-06 15:00 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

Hóast Fólkaflokkurin í nýggjastu veljarakanningini gongur eitt vet aftur í mun til seinasta val, so er hesin flokkur kortini tann mest áhugaverdi í nýggjastu veljarakanningini – hóast tað er Javnaðarflokkurin, ið stendur sum vinnarin.

Orsøkin er sjálvandi, at fyri bert fáum vikum síðani varð Fólkaflokkurin spáddur at fáa eitt sera vánaligt val. Hetta varð eisini staðfest í einum luffalsligum vánaligum fólkatingsvali – eitt val, ið var so mikið vánaligt, at táverandi formaður floksins, Christian F. Andreasen, brúkti tvørrandi stuðulin til at leggja frá sær sum formaður og gevast í politikki.

Hildið varð ikki, at nýggi ungi formaðurin, Beinir Johannesen, fór at megna at fáa flokkin upp á beinini aftur undan løgtingsvalinum, sum longu tá var útskrivað. Men hetta tykist nú ikki at passa kortini. Alt bendir á, at Fólkaflokkurin stendur næstan líka sterkur nú, sum til valið seinast, tá Fólkaflokkurin gjørdist størstur.

Fylkjast aftur um A

Á fólkatingsvalinum 31. oktober fekk Fólkaflokkurin 15,5 prosent. Í fyrstu veljarakanningini eftir fólkatingsvalið – gjørd 8. november – gekk flokkurin eitt sindur fram til 16,4 prosent.

Men so náddi flokkurin botnin í eini veljarakanning 14. november, sum gav 12,6 prosent og fýra tingsessir. Hetta var um tað mundið, at atóra flýggjanin var úr flokkinum, serliga í Suðurstreymi. Christian Andreasen valdi at gevast í politikki, Annika Olsen meldaði seg úr (fyri seinni at stilla upp fyri Tjóðveldi), og landsstýrismaðurin Sólvit Nolsøe valdi eisini at fara úr flokkinum og landsstýrissessinum fyri at stilla upp fyri Framsókn. Eisini legði nevndin í veljarafelagnum í Havn frá sær umframt formaðurin í ungdómsfelagnum.

Men eftir at nýggjar kreftir tóku yvir, og Beinir Johannesen kom í formanssessin, hevur gingið framá aftur. Spyr.fo-kanningin 24. november gav 19,2 prosent og kanningin í gjár 23,2 prosent.

Les eisini: Fólkaflokkurin buldrar fram

Við at hyggja niður í tølini hjá Spyr.fo sæst eisini, at veljarin í størri mun er farin at fylkjast um Fólkaflokkin í høvuðsstaðnum.

Til seinastu kanning fekk Fólkaflokkurin undirtøku frá 11 prosentum í høvuðsstaðnum og 25 prosentum uttan fyri høvuðsstaðin. Í nýggjastu kanningini fær Fólkaflokkurin undirtøku frá 15 prosentum í høvuðsstaðnum og 29 prosentum uttan fyri høvuðsstaðin. Ein framgongd á fýra prosentstig í báðum førum, men lutfalsliga ein nógv størri framgongd í høvuðsstaðnum, má staðfestast.

Tølini avdúka eisini, at kvinnurnar aftur hava fingið størri álit á Fólkaflokkin. Til seinastu kanning vóru tað bert 15 prosent av kvinnunum, sum valdu Fólkaflokkin – nú eru tað 21.

Fólkaflokkurin er við 29 prosentum aftur nógv sterkasti flokkurin uttan fyri Havnina. Javnaðarflokkurin fær 25 posent av atkvøðunum, Sambandsflokkurin 18 og Tjóðveldi 13.

Í Havn er Javnaðarflokkurin nógv størstur við 30 prosentum framman fyri Tjóðveldi við 25, Fólkaflokkinum við 15 og Sambandsflokkinum við 13 prosentum. Men her er Framsókn við 11 prosentum ikki so langt aftanfyri. Hinvegin fær Framsókn bert 4 prosent av atkvøðunum uttan fyri Havnina.

Javnaðarflokkurin er við 34 prosentum nógv best umtókti flokkur millum konufólkini (Fólkaflokkurin 21 og Sambandsflokkurin og Tjóðveldi 16 prosent), meðan Fólkaflokkurin við 26 prosentum er best umtóktur millum mannfólkini (Javnaðarflokkurin 20, Tjóðveldi 19 og Sambandsflokkurin 16 prosent).

Tá hugt verður eftir aldurssamansetingini (undir og yvir 45 ár) so er talið líka hjá trimum teimum størstu flokkunum, Javnaðarflokkinum (27 prosent av hvørjum), Fólkaflokkinum (23) og Tjóðveldi (18).

Hjá Sambandsflokkinum, hinvegin eru tað størri parturin, sum er yvir 45 ár (18 prosent) enn undir (14 prosent).

Hinvegin fáa Framsókn og Miðflokkurin lutfalsliga fleiri atkvøður frá teimum undir 45 ár enn yvir.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder