Uttanlands

Úr Føroyum í kríggj í Sýria

Ungur maður, sum varð føddur í Føroyum og fór í kríggj fyri ISIS, verður í dag umrøddur í norskum miðli

Úr Føroyum í kríggj í Sýria

Skýggjamynd av klassekampen.no

2018-08-01 17:44 Author image
Regin Winther Poulsen

Undir yvirskriftini "Úr Føroyum til óttastýri" skrivar Klassekampen í Noregi í dag um Adam Johansen, sum búði trý barnaár í Føroyum. Hann er sonur eina danska kvinnu og ein tunesiskan mann, ið sum búðu í Føroyum, tá maðurin varð føddur. 

Í greinini stendur, at Adam Johansen, vanliga kallaður Sami, hevði tilknýti við Grimshøj-moskuna, sum er kend fyri at hava undirvíst í radikalum islam. Søgan í Klassekampen, sum eisini hevur verið skrivað í danska miðlinum information.dksnýr seg um ein ungan mann, sum ikki passaði inn í samfelagið. Hann hevði torført við at klára seg í skúlanum og bleiv í fleiri umførum blakaður út av skúlum fyri høga fráveru. 

Drongurin bleiv sum átjan ára gamal giftur við danskari kvinnu, sum hevði konvertera til Islam og saman fluttu tey til Arhuus, har hann gjørdist aktivur í Grimshøj-moskuni. Eftir at hava fingið ein son, fluttu hann og konan, Mai, aftur til Keypmannahavnar, har hann gjørdist aktivur í víðgongda islamistiska bólkinum "Kallið til Islam". 

Danski hægstirættur skal taka støðu til, um maðurin skal missa statsborgaraskap. Maðurin sjálvur sigur, at hann ferðaðist til Sýria, tí hann hevði fylgt við í tíðindunum um borgarakríggið. Har varð hann, sambært síni søgu, fangaður av ISIS og tvingaður at skriva undir sáttmálaum at gerast kríggjari fyri felagsskapin. Eftir at hava verið á venjingarlegu hjá felagsskapinum arbeiddi hann í krígginum við neyðhjálp og luttók ikki aktivt í krígnum. 

Ákæruvaldið vil hinvegin vera við, at maðurin sjálvur valdi at fylgja øðrum, sum hann kendi úr "kallinum til Islam", til Sýria fyri at berjast fyri einum islamskum kalifati. Har fekk hann vápnavenjing og ætlaði at stuðla ISIS í krígnum. 

Bæði landsrætturin og býarrætturin í Danmark hava áður avgjørt at tilknýtið til Danmarkar er ov sterkt, til at hann kann missa borgararættin og útvísast til Tunesia, har pápin er frá. Nú skal hann so sannføra hægsta rætt um tað sama. 

 

placeholder
placeholder