- So skjótt sum úrslitið av valinum gjørdist greitt, sást ein stríðsandi vakna í bæði valevnum, samskiparum og øðrum, ið standa flokkinum nær. Øll eru samd um, at vit nú skulu undir at endurreisa og endurnýggja flokkin.
Hetta skrivar Sjálvstýri í skrivi, sum er sent miðlunum í morgun. Har verður greitt frá, at síðani valið hósdagin 8. desember, har flokkurin fekk 2,7 prosent, eru komnar áheitanir til landsnevndina um at fara undir arbeiðið at endurreisa flokkin beinanvegin. Landsnevndin hittist sunnudagin og er samd um at fara til verka alt fyri eitt.
Sunnudagin, 11. desember, hevði landsnevndin hjá Sjálvstýri so fund um støðuna, Semja er í flokkinum um, beinanvegin at fara undir at endurreisa flokkin. Lokalfeløgini hava fundir í vikuni, og ætlanin er at hava eftirmetingarfund fyrst í komandi ári. Eykaðalfundur verður 28. januar, boðar Sjálvstýri frá
- Tað verður neyðugt at eftirmeta valstríðið og seta út í kortið í góðari tíð til eitt komandi val. Tað arbeiðið verður farið undir beinanvegin, soleiðis at flokkurin er klárur á øllum frontum, so skjótt løgtingsval verður útskrivað.
Rúna Sivertsen í miðjuni er næstforkvinna í Landnevndini (Mynd: Jens Kr. Vang)
Kommunuval og flokkurin á miðjuni
Í skrivinum verður millum annað eisini avdúkað, at til kommunuvalið, sum verður um tvey ár, hevur Sjálvstýri ætlanir um at fáa umboð vald í bæði høvuðstaðnum og í Klaksvík, har tað verður stillað upp politiskt. Hetta kannu vera við til at styrkja flokkin. Í løtuni situr Jógvan Skorheim í býráðnum í Klaksvík - hann hevur áður sitið á løgtingið fyri Sjálvstýri.
Sámal Petur í Grund segði við Portalin valkvøldið, at eftirmeting skuldi til, áðrenn greiða fekst á linjuni til val framyvir
- Nú fara vit at evaluera úrslitið og taka støðu til, hvat vit gera frameftir. Í fyrstu syftu fara vit at vera virkin politiskt uttanfyri tingið. So fara vit at taka støðu til, hvussu vit gera til løgtingsval og onnur val í framtíðini.
Nú sigur floksformaðurin, at tað er eingin ivi um, at tað er brúk fyri einum sosial-liberalum flokki á miðjuni í føroyska politiska landslagnum.
- Sjálvstýrisflokkurin hevur verið bindiliðið millum ideologiskar politiskar frástøður í tíðini, flokkurin hevur verið virkin í løgtinginum.
Skrivi í morgun varð sent vegna landsnevndina:
Sámal Petur í Grund, Floksformaður
Andrias Jacobsen, Landsnevndarformaður -
Formaður Eysturoyar Sjálvstýrisfelag
Rúna Sivertsen, Næstforkvinna í landsnevndini -
Forkvinna Norðoyar Sjálvstýrisfelag
Snæbjørn Bærendsen, Landsnevndarlimur -
Formaður Suðuroyar Sjálvstýrisfelag
Rógvi Fossádal, Landsnevndarlimur -
Umboð Streymoyar Sjálvstýrisfelag
Heri Danielsen, Landsnevndarlimur, formaður Unga Sjálvstýri
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald