Innanlands

Johan Dahl: Viljin hjá Framsókn ella Javnaðarflokkinum var helst ikki til staðar

Tað er ósatt at ríkisveitingin forkom CBF-samgongusamráðingunum, sigur Johan Dahl, tingmaður fyri Sambandsflokkin

Johan Dahl og Bárður á Steig Nielsen (Mynd: Jens Kr. Vang)

Johan Dahl og Bárður á Steig Nielsen (Mynd: Jens Kr. Vang)

2022-12-14 19:45 Author image
Sverri Egholm
placeholder

- Tá sagt verður, at ríkisveitingin forkom samráðingunum millum Framsókn, Javnaðarflokkin og Sambandsflokkin, so er tað beinleiðis ósatt. Sannleikin er, at Framsókn fekk Sambandsflokkin við uppá tað upphædd, ið Framsókn setti sær fyri at fáa. 

Tað skrivar Johan Dahl í støðudagføring á Facebook í kvøld.

Hetta kemur eftir at samgongusamráðingarnar millum Javnaðarflokkin, Sambandsflokkin og Framsókn slitnaðu í gjárkvøldið. Orsøkin var, at semja ikki fekst um ríkisveitingina.

Johan Dahl rør fram undir, at Javnaðarflokkurin, Framsókn ella báðir, ikki fóru til samráðingar við viljanum um eina BCF samgongu. 

- Haldi tað er í so lætt farið um, at kallað seg ein liberalan flokk, tá man í tveimum samgonguumførum velur reyðar loysnir, sigur Johan Dahl, og sipar til Framsókn, sum frá 2015 til 2019 var í samgongu við Javnaðarflokkinum og Tjóðveldi.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

Sambært Norðlýsinum kundi Sambandsflokurin ganga við til at 40 milliónir vórðu skornar av blokkstuðlinum tilsamans næstu fýra árini, men Framsókn setti sum 60 milliónir sum treyt.

Bárður á Steig Nielsen, formaður í Sambandsflokkinum, hevur í dag sagt, at tey enn ikki hava mist vónina um at Sambandsflokkurin aftur fær møguleika at koma til samráðingar.

Sí eisini: Video: Stór framstig í CEF-samráðingunum


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder