Ríkisveiting og yvirtøkur

Nýggja landsstýrissamgongan hevur avtalað at lækka ríkisveitingina og at yvirtaka nøkur málsøki. Lækkingin er tó treytað av, at búskaparvøksturin heldur fram.

Nólsoyar viti varð tikin í nýtslu í 1893. Nú er líkt til, at føroyskir myndugleikar fara at yvirtaka donsku vitarnar í Føroyum umframt onnur málsøki.

Nólsoyar viti varð tikin í nýtslu í 1893. Nú er líkt til, at føroyskir myndugleikar fara at yvirtaka donsku vitarnar í Føroyum umframt onnur málsøki.

2022-12-22 19:10 Author image
Jógvan Jákupsson
placeholder

Spurningurin um lækking av ríkisveitingini hevur fylt nakað í samband við samgongusamráðingar aftan á løgtingsvalið 8. desembur í ár.

Fyrst vórðu samráðingar millum Javnaðarflokkin, Sambandsflokkin og Framsókn, sum slitnaðu orsakað av ósemju millum Sambandsflokkin og Framsókn um, hvussu nógv ið danska ríkisveitingin skuldi lækka. Partarnir eru samdir um einki at siga um upphæddir.

Í morgun varð samgonguskjal undirskrivað millum Javnaðarflokkin, Tjóðveldi og Framsókn, umframt at nýtt landsstýri er skipað og formansskapur í tinginum er valdur.

Nýggja samgongan er samd um, at lækka ríkisveitingina við 25 milliónum um árið. Tó treytað av, at búskaparvøkstur heldur fram. Verður negativur búskaparvøkstur, so verður ætlanin endurskoðað. Sum tað er orðað í samgonguskjalinum verður lækkingin gjørd við, at Føroyar taka ábyrgdina av pørtum av serforsorgarøkinum.

Samgongan er eisini samd um at yvirtaka málsøkini loftrúm, vitaverk, sjórætt og farsóttarlóggávu, umframt at mann skal fyrireika seg til at yvirtaka landslæknaembætið.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder