Mentan

Video: Vitjaðu á skipsvraki við Hulk

Tríggir kavarar vóru mikudagin á skipsvrakinum av Ásu II, sum sakk á Hulki í 1976

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2022-12-30 10:25 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tríggir kavarar vóru mikudagin og gjørdu nýggjar upptøkur av skipsvrakinum Ása II, sum liggur á botni út fyri Hulk á Strondum.

Skipið sakk við bryggju í 1976, men seinni varð avgjørt at flyta tað út á djúpari vatn. Skipið liggur á 43 metrar dýpi nakað út fyri havnarlagið á Hulki.

Fleiri kavarar hava vitjað vrakið síðani, men einastu videoupptøkurnar eru frá 2009 og 2010. Útgerðin er nógv ment síðani, og á hesum upptøkunum sæst vrakið bestri.

Við í kavinum vóru Bogi Krossteig, Andrias Joensen og Bjørn Fríður Mikladal. Bátaførari var Niklas R. Jacobsen.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder