![placeholder](https://dagur.fo/css/img/banner2x1.png)
Fyri løtu síðani hendi eitt ferðsluóhapp á Toftum. Hetta var við Høganesvegin - tætt við Navia og beint áðrenn ein koyrir niðan móti Svangaskarði.
Løgreglan upplýsir, at tríggir bilar vóru íblandaðir í samanstoytin. Til ber ikki til at siga meira um hvat hendi, og hví talan varð um ein samanstoyt, júst nú. Málið skal kannast nærri, sigur vaktleiðarin.
Løgreglubilur og sjúkrabilur komu á staðið skjótt. Ein persónur var komin so mikið til skaða, at viðkomandi varð fluttur á Landssjúkrahúsið til nærri kanningar
Arbeiðið á staðnum var liðugt, tá vit tosaðu við løgregluna nú beint áðrenn klokkan 17.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald