Innanlands

Hervør er virkandi næstforkvinna í Tjóðveldi

27-ára gamla tingkvinnan er júst farin undir sína setu nummar tvey fyri Tjóðveldi og skal nú vera tingbólkaforkvinna floksins. Hon avloysir Sirið Stenberg, sum nú er landstýriskvinna

- Tað er ein stórur heiður og ein stór ábyrgd, at sleppa at leiða flokkin á tingi. Mítt greiða mál verður, at tað skal væl og virðiliga merkjast, at Tjóðveldi aftur er í landsins stjórn, sigur Hervør Pálsdóttir (Mynd: Sverri Egholm)

- Tað er ein stórur heiður og ein stór ábyrgd, at sleppa at leiða flokkin á tingi. Mítt greiða mál verður, at tað skal væl og virðiliga merkjast, at Tjóðveldi aftur er í landsins stjórn, sigur Hervør Pálsdóttir (Mynd: Sverri Egholm)

2023-01-06 18:21 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í gjár varð hon vald sum forkvinna í rættarnevndini og eisini sum virkandi næstforkvinna í Tjóðveldi. 

Sambært reglum floksins kunnu formaður og næstforkvinna floksins ikki sita í landsstýri í senn. Tá gerst umboðið fyri tingbólkin í aðalstjórnini virkandi næstforfólk, skrivar Tjóðveldi.

Harvið verður Sirið Stenberg ikki næstforkvinna hesa tingsetuna. Á tingbólkafundi hjá Tjóðveldi í gjár, varð Hervør Pálsdóttir vald í sessin. Hesum boðar flokkurin frá í tíðindaskrivi í dag.

- Eg gleðist um at vit sleppa til verka. Tað er ein stórur heiður og ein stór ábyrgd, at sleppa at leiða flokkin á tingi. Mítt greiða mál verður, at tað skal væl og virðiliga merkjast, at Tjóðveldi aftur er í landsins stjórn, sigur Hervør Pálsdóttir. 

Umframt at vera næstforkvinna, er 27-ára gamla Hervør Pálsdóttir eisini forkvinna hjá Tjóðveldi á Løgtingi – sokallað tingbólkaforkvinna.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder