placeholder
Uttanlands

Kevin McCarthy valdur til formann fyri Umboðsmannatingið

Á 15. atkvøðugreiðsluni eydnaðist tað honum at tryggja sær neyðugu undirtøkuna

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2023-01-07 12:10 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í dag eydnaðist tað loksins 57 ára gamla republikanska Kevin McCarthy at fáa nóg mikið av atkvøðum til at gerast nýggjur formaður fyri amerikanska Umboðsmannatingið. Hetta, eftir at meirilutin í seinastu 14 atkvøðugreiðslunum høvdu atkvøtt ímóti.

Tað endaði við, at 216 av 428 tinglimum atkvøddu fyri.

Talan var um longstu tilnevningartilgongd í 164 ár, skrivar Ritzau. Tað fyrstu ferð síðan 1859, at tilnevningin tók fleiri enn níggju atkvøðugreiðslur.

Kevin McCarthy avloysir demokratin Nancy Pelosi, sum forfólk í Umboðsmannatinginum.

Í november, eftir at tað var greitt, at demokratarnir høvdu mist meirilutan í Umboðsmannatinginum eftir miðskeiðsvalið, boðaði 82 ára gamla Nancy Pelosi frá, at hon ikki ætlaði sær av halda fram sum forkvinna hjá demokratunum í Umboðsmannatinginum. 52 ára gamli demokraturin Hakeem Jeffries varð síðani valdur til demokratiskan minnilutaleiðara uttan mótvalevni.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder