Mentan

Video: Gull úr Norðuratlantshavi

Sonny Side og hini í Best Ever Food Review royna sjógæti í Føroyum. Sí innslag

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2023-01-11 23:02 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Youtube-rásin Best Ever Food Review sum hevur verið í stórum parti av heiminum og roynt ymsan mat, hevur eisini verið í Føroyum.

Í nýggjasta inslagnum, sum rásin hevur lagt út, verður farið út eftir hummararúsum í Hvannasundi, kavað verður eftir kraklingum og øðrum í Kirkjubø, og so verður maturin tilgjørdur av kokkinum á Roks, Mantas Vaidelis.

Innslagið kom út fyri trimum døgum síðani og higartil hava 1,2 milliónir sæð tað. Móti endanum verður reypað við, at fleiri videoinnsløg við skemtiliga vertinum Sonny Side koma úr Føroyum næstu tíðina.

Sí innslagið hjá Best Ever Food Review Show omanfyri.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder