Mentan

Video: Sonny roynir grind í Kvívík

Kendi youtubarin roynir grind í Kvívík. Hann letur væl at smakkinum

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2023-01-15 15:16 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Í nýggjasta parti av Best Ever Food Review Show roynir verturin Sonny Side at lýsa grindadráp. Hann prátar við Bjarka Skúvadal um saltfisk, og sleppur at royna garnatálg á Fiskastykkinum í Sandavági.

Seinni á degnum fer hann til Kvívíkar at eta bæði turra grind, saltað spik, feskt tvøst og spik og grindabúff frá Súsannu Mortensen og Eyðun Lisberg í Kvívík.

Hetta er annar parturin úr Føroyum hjá Best Ever Food Review Show. Í fyrsta parti vóru teir við á hummaraveiðu, og nakrir partar koma afturat um føroyska matkovan.

Sí eisini: Video: Gull úr Norðuratlantshavi

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder