Seinastu vikurnar hevur sandavágsingurin Karl Weihe verið at sæð í umstríddað Ex on the Beach, sum gongur fyri at vera sendingin, har øll eru saman við øllum.
Soleiðis gongur tað tó ikki hjá drynjandi sjarmørinum - ikki í sendingini í øllum førum.
Karl Weihe hevur verið við frá byrjan, og hann er sum heild væl umtóktur millum konufólkini, men tað hendir ikki stórvegis meira enn tað.
Í byrjanini av Ex on the Beach royndi sandavágsingurin eftir Julicu, men tá hon reyk út, blivu Sille og Karl ógvuliga væl og eitt sindur av songjarfimleiki bleiv tað til.
Síðani hava tey bæði hugnað sær saman við øðrum, millum annað hevur Karl brúkt nógva tíð saman við Emmu, men nú tykist áhugin aftur at vera fyri hvørjum øðrum.
Emma og Karl á ástarfundi (Mynd: Discovery+)
Tað síggja vit í nýggasta partinum, tá Karl Weihe velur Sille Thorsen at koma við til eitt “hestligt” stevnumøti. Tey bæði sleppa at ríða á hesti, og síðani njóta vakra útsýni við sjóvarmálan í Grikkalandi.
(Mynd: Discovery+)
Ein hugnalig løta, og tíð er eisini til ein koss. Meira verður tað tó ikki til, tí tá tey koma aftur á gistingarhúsið tykist Sille stúrin um, at Karl skal leggja meira í tað.
Nærkast endanum
Ex on the Beach umfarið byrjar so smátt at lakka móti endanum, og tí verður áhugavert at fylgja, hvat meira hendir millum Karl og Sille. Í øllum førum er greitt, at Karl Weihe aftaná at upptøkutólini eru sløkt, hevur funnið kærleikan í fyrrverandi unnustuni hjá Teiti Skoubo, Christel Trubka.
Javnan eru tey saman á myndum á sosialum miðlum, og eisini hevur Christel Trubka nýliga verið og vitjað í Føroyum.
Christel Trubka og Karl Weihe (Mynd: Karl Weihe / Instagram)
Testosterone boys
At vera í einum slíkum summarhúsi í so langa tíð, kann føra til ymiskt kreativt. Karl og vinmaðrin Hugo Collette, sum báðir hava verið við frá fyrsta degi, eru farnir at syngja undir navninum Testosterone boys.
Hetta fær ymsar afturmeldingar frá hinum luttakarunum, sum tó taka tað við einum smíli.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald