Innanlands

30 ár síðani Marita gjørdist løgmaður

Hon er framvegis einasta kvinna, sum hevur røkt løgmansembætið

2023-01-18 11:42 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Valúrslit: Í dag eru 30 ár síðani, at Marita Petersen varð løgmaður. Hon er framvegis einasta kvinna, sum hevur røkt løgmansembætið.

Marita Petersen var løgmaður kreppuárini 1993 og 1994. Seinni var hon eisini fyrsta kvinna nakrantíð, sum varð løgtingsforkvinna.

Árini 1993 til 1996 var hon forkvinna í Javnaðarflokkinum.

Marita Petersen stillaði tríggjar ferðir upp til løgtingið. Hon varð vald hvørja ferð. Fyrstu ferð var í 1988. Hon stillaði eisini upp í 1990 og 1994. Besta løgtingsvalið gjørdi í 1994, tá ið hon fekk 595 persónligar atkvøður.

Hon stillaði eisini upp til fólkatingsval tríggjar ferðir. Fyrstu ferð var í 1988. Hon stillaði eisini upp í 1994 og 1998. Hennara besta fólkatingsval var í 1994, tá ið henni eydnaðist at fáa 1.396 persónligar atkvøður. Hon varð ongantíð vald á fólkating.

Fólkatingið avgjørdi fyri nøkrum árum síðani at heiðra 30 kvinnuligum politikarum, sum hava havt stóran týdning fyri fólkaræðið í Danmark síðani 1915, tá ið kvinnur fingu valrætt.

Marita Petersen er ein teirra, ið verður heiðrað. Um hana verður millum annað sagt:

“Marita Petersen var den første kvinde, der nåede til tops i færøsk politik.(…)Hun var en dygtig forhandler med stort strategisk overblik og høstede stor respekt bade blandt politiske kollegaer og blandt den færøske befolkning.”

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder