
Ein ung kvinna var úti fyri eini óbehagiligari uppliving, tá hon týsdagin var inni í einum handli í Havn í sambandi við at hon ætlaði at keypa sær eina svimjidrakt.
Hon fekk nakrar við inn í skiftirúmið at passa, og meðan hon roynir ta triðju draktina, leggur hon merki til, at hon verður filmað av eini telefon ígjøgnum eitt “glopp, sum er í hurðini í skiftingarrúminum”.
Gentan greiðir frá, at hon gjørdist skelkað, og skumpaði telefonina út, uttan at síggja hvør tað var, sum filmaði.
Hon boðaði løgregluni frá hendingini. Vaktleiðarin á løgreglustøðini váttar, at tey hava fingið fráboðanina, og sigur at málið verður kannað. Meira kann vaktleiðarin ikki siga um málið í løtuni.


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald