Innanlands

Nýbygningurin hjá KJ Hydraulik komin uppá pláss í Íslandi

Kofri er nýbygningur nummar fimm hjá KJ, ið felagið hevur selt til Íslands. Hesin var fyri 12 milliónir krónur. Tað hevur gingið væl at fingið 15-metra langu tvíkiljuna uppá pláss í Súðavík

Kofi kom uppá pláss í útnyrðingspartinum í Íslandi. Tvíkiljan, sum KJ hevur bygt til alifyritøkuna Háafell, er nevnd eftir fjallinum, ið sæst aftanfyri (Mynd: bb.is)

Kofi kom uppá pláss í útnyrðingspartinum í Íslandi. Tvíkiljan, sum KJ hevur bygt til alifyritøkuna Háafell, er nevnd eftir fjallinum, ið sæst aftanfyri (Mynd: bb.is)

2023-01-20 16:50 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Týsmorgunin kom tvíkiljan Kofri til Reykjavíkar. Talan er um ein nýbygning hjá KJ Hydraulik, ið sáttmáli varð gjørdur um fyri einum ári síðani. Sambært KJ kom veruliga ferð á byggingina í september, og nú er hon avhendað.

Kostnaðurin er umleið 12 milliónir krónur.

Tað er alifyritøkan Háafelli, ið hevur keypt tvíkiljuna. Talan er um eitt felag, sum íslendarar eiga 100 prosent í, og har ein føroyingur - Jónstein Johannesen - er formaður fyri alibrúkinum. 

Sambært bb.is og KJ fór Kofri úr Reykjavík mikudagin og sigldi við umleið tíggju míla ferð til Súðavík, ið er í útnyrðingspartinum av Íslandi, og sum er tætt við Ísafjørðin. Hendan ferðin gekk væl, tvíkiljan lá væl í sjónum, sigldi teinin uppá umleið 16 tímar, og tað gekk eisini óvanliga skjótt at fáa Kofri gjøgnum kravda skipasýnið.

Kofri kom uppá pláss í gjár. Hon er uppkallað eftir fjallið í Súðavík, ið verður heimstaður hjá tvíkiljuna hjá Háafelli, og skal hon nýtast til alibrúk í økinum. Hon verður alment víst framt í Súðavíkurhöfn leygardagin 28. januar.

Kofri er 14,98 m langur og 8 m breiður, hevur Iveco motorar og Palfinger krana, upplýsir KJ Hydraulik.

Hetta er nýbygningur nr. 61 hjá fyritøkuni við heimstaðið á Kambsdali, og tað er nýbygningur nummar fimm, ið er latin til Íslands. Ein annar verður sendur til Íslands í summar, hevur Portalurin fingið upplýst.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder