Uttanlands

Móðurfelagið hjá Google: 12.000 fólk koyrd úr starvi

Seinastu mánaðirnar hava størstu tøknifyritøkurnar í USA boðað frá hópuppsagnum

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2023-01-22 14:03 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Alphabet, sum er móðurfelagið hjá Google, boðar frá, at 12.000 av teirra starvsfólkum standa til at missa arbeiðið.

Uppsagnirnar raka bæði starvsfólk í USA og aðrastaðni, og verða amerikonsku starvsfólkini uppsøgd beinanvegin, meðan tilgongdin aðrastaðni fer at taka longri tíð, skrivar miðilin CNBC.

Seinastu mánaðirnar hava fleiri stórar amerikanskar fyritøkur boðað frá hópuppsagnum.

Í november boðaði Meta, ið er móðurfelagið hjá Facebook, frá, at 11.000 fólk fóru at verða koyrd úr starvi, og fyrst í hesum árinum boðaði Amazon frá, at 18.000 av teirra fólkum fóru at verða uppsøgd. Talan er um størstu skerjingarnar í starvsfólkahópinum, sum Amazon nakrantíð hevur framt.

Mikudagin boðað Microsoft eisini frá, at tey fóru at siga 10.000 fólk úr starvi, og fríggjadagin kom Alphabet so við sínari fráboðan.

Alphabet sigur, sambært tíðindastovuni Reuters, at tað er "nýggi búskaparligi veruleikin", sum er orsøkin til, at tey siga seks prosent av teirra fólkum úr starvi.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder