Uttanlands

Skottilburður í Kalifornia: Tíggju fólk deyð

Drápsmaðurin rýmdi av staðnum, og verður enn leitað eftir honum, sigur lokala løgreglan

(Mynd: Reuters)

(Mynd: Reuters)

2023-01-22 13:25 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Leygarkvøldið vórðu tíggju persónar skotnir til deyðis í amerikanska býnum Monterey Park í statinum Kalifornia.

Skotið varð nærindis einum øki, har túsundatals fólk savnaðust at hátíðarhalda kinesiska nýggjárið. Í býnum, ið liggur nærindis Los Angeles, búgva nógv fólk við asiatiskum uppruna.

Løgreglan upplýsir, sambært tíðindastovuni Reuters, at persónurin, sum er undir illgruna fyri at standa aftanfyri, rýmdi av staðnum. Leitað verður enn eftir honum, skrivar miðilin Los Angeles Times.

Umframt at tíggju persónar vórðu dripnir, vórðu tíggju aðrir persónar eisini særdir.

Sambært heimasíðuni Gun Violence Archive eru higartil í ár skrásett 33 hópskottilburðir í USA.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder