Rani Petersen úr Havn var undir navninum “Reiley” hósdagin kunngjørdur sum luttakara í Dansk Melodi Grandpix 2023.
Sangurin hevur heitið “Breaking my Heart”.
Men tað kann gerast ein stutt luttøka, tí Ekstrablaðið skrivar í dag, at Reiley kann vera útblakaður, tí hann ikki hevur fylgt reglugerðini, sum er í donskum melodi grand prixi.
Reglugerðin sigur, at sangurin sum ein luttakari skal framføra, er ein nýggjur sangur, sum ikki er spældur alment, so sum til konsertir, í útvarpi og í sjónvarpi.
Og tað er er her, at tað er galið. Sambært blaðnum hevur Reiley framført sangin á festivalinum Slow Life Slow Live í Suðurkoreanska høvuðsstaðnum í heyst.
Reglugerðin letur tó upp fyri, at DR kann síggja ígjøgnum fingrarnar við hesum.
Danmarks Radio sigur við Ekstrablaðið, at málið verður kannað í løtuni.
Sangurin hoyrist her
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald