placeholder
Innanlands

Norrøna aftur í sigling

Norrøna, sum fór í dokk síðst í desember, kom aftur á Havnina í morgun

(Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)

(Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)

2023-01-23 11:10 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Norrøna, sum fór í dokk í Lindø í Danmark síðst í desember mánað, er nú farin í sigling aftur.

Leygardag seinnapart fór hon úr Hirtshals, og klokkan 6.15 í morgun kom hon á Havnina.

Á heysti í fjør boðaði Smyril Line frá, at felagið fór at umleggja vetrarsiglingina hjá Norrønu í ár. Hetta inniber, at tað ikki verður siglt til Íslands á hávetri, og verður sostatt bert siglt millum Havnina og Hirtshals fram til 20. mars. Síðan 22. november hevur ikki verið siglt til Seyðisfjarðar.

Norrøna fer aftur til Hirtshals hóskvøldið klokkan 20.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder