Innanlands

Keyptu Power fyri at koma nærri brúkaranum

Í mars 1995 byrjaði Elding sítt virksemi í SMS, tá Majbritt E. Winther og Mads Andreas Winther stovnaðu handilin. Nú er Elding aftur at síggja í SMS

Mads Andreas Winther stovnaði saman við konuni Majbritt E. Winther Elding í 1995 (Mynd: Elding)

Mads Andreas Winther stovnaði saman við konuni Majbritt E. Winther Elding í 1995 (Mynd: Elding)

2023-01-23 21:47 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Lang bíðirøð var í SMS fyrrapartin tá Elding læt nýggjan handil upp, har sum Power hevur verið frammanundan.

[object Object]Lang røð av fólki sum ynsktu at gera sær dælt av góðu upplatingartilboðunum (Mynd: Birgir Waag Høgnesen)

Men hetta er ikki fyrstu ferð, at Elding er í SMS, tí í grundini byrjaðu Majbritt E. Winther og Mads Andreas Winther í mars 1995 við Elding í nettupp SMS. 

- Tað var uppi á loftinum, har sum Power var. Ja,  um vit skulu vera heilt neyv, so er tað faktisk har, sum dustsúgvararnir hjá Power stóðu, sigur Levi Winther, virkisstjóri hjá Elding-handlunum, í grein á sms.fo.

Tað gjørdust í fyrstu atløgu bara tíggju ár í SMS. Elding fór út í 2005 og flutti inn í Miðlon. Nú nærum tvey áratíggju seinni er Elding aftur at síggja í SMS.

Góða plaseringin í SMS er fremsta orsøkin til keypið.

- Vit keyptu Power fyri at koma nærri brúkaranum. Tað er ein prestiga at vera í SMS, tí hetta er mest vitjaða staðið í landinum og ein stórur kundaskari. Tí er tað bæði spennandi og mennandi at vera aftur, sigur Levi Winther.

Øll greinin kann lesast á sms.fo her

[object Object]Herman Winther og Levi Winther, virkisstjórar í Elding, og Høgni Zachariasen, fyrrverandi stjóri í Power

Tað var 29. august at sølan var fráboðað alment, og at Elding yvirtók Power í SMS. Kappingarráðið góðtók yvirtøkuna, millum annað tí uttan mun til um yvirtøkan varð noktað ella góðkend, hevði virksemið hjá Power Føroyar steðgað 1. januar 2023.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder