Innanlands

Hagstovan: 3.000 fólk aftrat í føroysku arbeiðsfjøldina seinastu fimm árini

Hetta tíðarskeiðið er vinnutíttleikin hjá monnum øktur úr 84,4 prosent upp í 86,7 prosent, og úr 81,9 prosent upp í 83 prosent hjá kvinnum – Vinnutíttleikin fyri bæði kyn er í løtuni 84,9 prosent

(Mynd: Shutterstock)

(Mynd: Shutterstock)

2023-01-24 11:43 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Av teimum knapt 38.700 fólkunum í Føroyum í aldrinum 15 til 74 ár eru sløk 32.900 í arbeiðsfjøldini, og gott 5.800 eru uttan fyri vinnu.

Vinnutíttleikin, ið er arbeiðsfjøldin í prosent av fólkatalinum, er 84,9 prosent fyri bæði kyn, skrivar Hagstovan.

Føroyska arbeiðsfjøldin er vaksin við áleið 3.000 fólkum seinastu fimm árini, ið svarar til ein vøkstur upp á 10 prosent. Vøksturin í fólkatalinum í sama aldursbólki hetta tíðarskeiðið var 2.800 fólk – átta prosent.

Hetta tíðarskeiðið er vinnutíttleikin hjá monnum øktur úr 84,4 prosent upp í 86,7 prosent, og úr 81,9 prosent upp í 83 prosent hjá kvinnum.

Vinnutíttleikin er nakað tann sami í ymisku pørtunum av meginøkinum, sum er Norðoya, Eysturoyar, Streymoyar og Vága øki, meðan hann er nakað væl lægri í suðurøkinum, sum er Sandoyarøkið og Suðuroy. Størsti vinnutíttleikin er í Suðurstreymoyar og Eysturoyar øki – knapt 87 prosent. Vinnutíttleikin er eitt vet minni í Norðoya, Norðstreymoyar og Vága øki – umleið 84 prosent. Síðan er eitt glopp aftur til Sandoyar og Suðuroyarøki – umleið 78 prosent.

Størsti lutfalsligi vøksturin síðstu fimm árini er í Eysturoyar, Vága og Suðurstreymoyar øki, meðan vinnutíttleikin í Sandoyar øki og Suðuroy er minkaður.

Verður hugt eftir muninum millum kynini, er vinnutíttleikin nærum javnstórur í Vága, Norðstreymoyar og Sandoyarøkinum, meðan vinnutíttleikin er nakað væl størri hjá mannfólkum enn konufólkum serliga í Norðoya, Eysturoyar og Suðuroyarøkinum, skrivar Hagstovan.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder