
Stóra íbúðarverkætlanin í miðbýnum, har ætlanin var at byggja 35 íbúðir umframt handilshøli og parkeringskjallara, har sum bakaríið hjá Frants Restorff og har sum gamli sjúkrakassin helt til, hevur fingið eitt skot fyri bógvin.
Tað skrivar Frihedsbrevet.fo í dag.
Ætlanin var at HVT, sum er gamla Húsavarðartænastan, skuldi byggja , og tryggingarfelagið Lív skuldi keypa íbúððirnar.
Jan Jacobsen, stjóri í Lív, váttar fyri Frihedsbrevet, at tey taka ein steðg, og sigur, at tað er støðan á fíggjarmarknaðinum seinasta hálva árið, sum er orsøkin til teirra broyttu støðu.
HVT arbeiðir tí við aðrari loysn, har íbúðirnar verða seldar til onkran annan.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald